Himmalblái báturin.
Hendan sangin hevur Páll Isholm av sínum eintingum skrivað við sínum lætta penni. Sangurin umboðar allar bátarnar, ið kappróðrarfelagið Tindur hevur í løtuni.
Páll sendi tekstin til navnframa Jens Marna Hansen, ið hevur gjørt lagið og syngur sangin.
Leggjast kann afturat, at eitt týskvøld klokkan 19:00 komu Jens Marni og Uni Debess til Norðragøtu við studio-útgerð. Teir vildu hava kapprógvarar at syngja kór í niðurlagnum, og hetta varð ein sera góð løta í býráðshúsinum.
Mikukvøld varð sangurin liðugur og frumframførsla var í Vikuskiftissendingini í útvarpinum fríggjadag seinnapart.