Knúkur knáur.
Leirvíkingurin, Signar á Reynatrøð, hevur skrivað góðu orðini í sanginum Knúkur Knáur. Hvørt mansbarn í Eysturkommunu kennist við sangin, og hetta er ivaleyst orsakað av løttu orðunum, ið Signar hevur snikkað saman.
Bárður á Lakjuni hevur gjørt tað lætta stevkenda lagið, ið fær ein at hugsa um tað serføroyska. Sangurin gongur í einari rytmu, ið eyðkennir tann føroyska dansin, sum bæði intro´in avspeglar og filmsbrotið vísir.