Bláni.
Hesin sangurin varð skrivaður av blaðungum rógvarum hjá Tindi. Hetta var til ein manningardag, ið felagið skipaði fyri. Teksturin bleiv síðan sendur til tónasmiðin Jóhan Edvard Fuglø, sála.
Eftir stutta tíð hevði Jóhan Edvard givið yrkingini eitt lætt og barnavinaligt lag, ið eisini hóskar seg til bátin Blána, ið barnamanningar brúka.
Høgni Lisberg stóð fyri upptøkuni av sangium og fekk rógvarnar Astu Sofíu á Reynatrøð og Emmu Langgaard Nagurset at syngja sangin.