Búmerkið hjá felagnum

Um felagið.

Síðan Kappróðrarfelagið Tindur varð stovnað í 2017, er áhugin fyri kappróðri í Eysturkommunu vaksin skjótt. Felagið byrjaði við tveimum manningum og hevur felagið í dag 9 manningar og 7 bátar. Tindur hevur umleið 200 limir, harav 70 av teimum eru rógvandi limir. Bátarnir hjá Tindi halda til í róðrarneystinum á kaiini í Norðragøtu. Manningarnar hava innivenjingar í Leirvík, har rógvimaskinur og amboð til styrkivenjingar eru til taks. Tá vant verður í bátinum, verður róð á Gøtuvík.

Bátarnir hjá Tindi eru ljósabláir við svørtum stokkum og svartari strípu.

Felags mynd 2023