Leikalind.
-
Leikalind Kvinnur 2022
Ein lítil frágreiðing um navnið Leikalind:
Í føroyskum kvæðum koma ofta skaldslig orð fyri. Persónar, lutir og hendingar verða nevnd við sonevndum heitum ella kenningum. Eitt dømi um hetta er heitið leikalind, sum merkir kvinna. Tað er eitt nú at finna í kvæðinum um Ólav Riddararós, har sagt verður:
Tú fer ikki at veiða hind, tú fert til tína leikalind.
Eisini skaldið, J. H. O. Djurhuus, nýtir orðið í yrkingini Vallari, steðga og sjá:
Flýddi frá tutlandi á leikalind føgur og mjá, eftir dvølst harmur og trá.
Navnið Leikalind er lætt at benda, tí tað broytist ikki í eintali, uttan í hvørsfalli, har tað eitur Leikalindar. Rúni Bjarkhamar, sum er búsitandi í Leirvík, kom við uppskotinum um navnið Leikalind.

Leikalind Kvinnur 2024
Manningin í 2024 var hendan:
Asta Sofía á Reynatrøð, bátsformaður
Marý Jensen
Bjørk Lamhauge
Inga Maria Janusardóttir
Emma Langgaard Nagurset
Rebekka Trygvadóttir