ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ.
Norðragøtumaðurin Pauli Joensen, arbeiðir hart og miðvíst at røkku sínum málum hóast ungan aldur, og hevur víst potentiali til at náa høgum støði altjóða í nærmastu framtíð
Pauli Joensen er millum tey innstillaðu til ÍtróttaSTJØRNUSKOTIÐ 2025
2025 hevur verið eitt framúr menningarár hjá Paula Joensen.
Hann er lítillátin av lyndi, men ein verulig maskina, tá hann rør. Hann arbeiðir miðvíst, disiplinerað og við stórum áræði. Tað sæst aftur í úrslitunum. Hann er ein fjølbroyttur íðkari, ið stendur seg væl bæði á stuttu og longu teinunum.
Í fyrru árshálvu luttók Pauli bæði í Føroya-, Danmarks-, Norðurlanda- og Heimsmeistarakappingini. Úrslitini prógva støðuga framburðin, menningina og framtíðarpotentialið.
Í seinnu seinnu hálvu vann Pauli allar grand prix kappingarnar hjá RSF sannførandi, og hann tók lut í Bretska meistaraheitinum, eisini kalla BRIC - í bólkinum junior 2. Har vann hann tvær bronsu, trýggjar silvur og eina gull.
Hann hevur bøtt um tíðina - og sostatt sett persónligt met - til hvørja einastu kapping. Hetta er ein greið ábending um, at Pauli er á rættari leið, og at hann kann fara heilt til tops í altjóða inniróðri.
Pauli Joensen er í øllum lutum ein íðkari, sum hevur flutt seg langt eftir stuttari tíð. Hann vísir áhaldni, áræði, menning - og eitt framtíðarpotentiali, sum er óvanliga lovandi.
ÍtróttaFAGNAÐURIN 2025 verður leygarkvøldið 7. februar 2026 í Varpinum í Klaksvík