Búmerkið hjá felagnum
28. feb. 2026

RSF: Pauli er rógvarin hendan mánaðan.

Okkara Pauli er Rógvarin hendan mánaðan á heimasíðuni hjá RSF:

Hvussu byrjaði tú við rógving?

Eg byrjaði so smátt at rógva í 4. flokki saman við nøkrum dreingum í flokkinum, sum ikki gjørdu nakran ítrótt. Tað vóru tveir pápar, sum komu út í bátin við okkum. Tað fyrsta árið vóru vit ov ungir til útikappingar. Eg hevði roynt aðrar ítróttargreinar. Fótbólt, flogbólt og badminton, men ongin av teimum, var akkurát nakað fyri meg. Eg var eisini stórur, so rógvingin passaði væl til mín.

Nøkur ár seinni byrjaði eg at rógva innandura. Tað dámdi mær serliga væl og bleiv bitin av tí. Eg minnist, at eg og ein annar, plagdu at liggja orduliga javnir í inniróðri, tað fekk meg at pressa meg sjálvan “for” til næstan hvørja venjing.

Vit róðu til útirógvikappingar í 5 og 6 flokki, men hálvan 7.flokk og til á vári í 8. flokki, hevði eg tað ikki gott, og fekk ikki róð. Eg bleiv nógv kannaður og eisini sendur niður til Danmarkar til kanningar. Tíbetur, fór tað seinni burtur av sær sjálvum, og eg fekk róð aftur. Síðani tá, havi eg tikið tað orduliga seriøst á rógvimaskinuni. Mín størsta motivatión, var í veruleikanum, at eg vildi tapa meg, og tað er nakað, eg havi tikið rættuliga seriøst síðani tá.

Hvat dámar tær best við rógving?
Tað, sum mær dámar best við rógving, er kappingingar. Mær dámar serliga væl uttanlandakappingar. Eg haldi tað er so kul, at sleppa at møta kendum og góðum rógvarum. Tað er eisini har, alt tað harða arbeiðið verður víst fram. Mær dámar væl, kensluna, aftaná eina harða venjing, har eg veit, at eg gav alt, og at tað var ein góð venjing. Eisini er tað altíð stuttligt, at tosa við rógvarar aðrastaðnis frá.

Hvussu hevði tú lýst rógving sum ítrótt?
Tað sum ger rógving serligt er, at tað er ein kropsliga krevjandi ítróttur, mentalt tungt og teknisk. Tað kann bæði vera einstaklinga ítróttur, og ein liðítróttur. Rógving er eisini ein ítróttur, sum krevur nógv av høvdinum, tú mást halda fokus, sjálvt tá tú ert móður, og ikki geva upp. Tað er tað, sum ger rógving so serligt.

Hvussu stóran týdning hevur felagsskapurin í róðrarfelagnum fyri teg?
Felagskapurin í róðrarfelaginum, hevur orduliga nógv at siga fyri meg. Tað hevur stóran týdning at hava onkran at venja saman við. At venja einsamallur inni, kann blíva ræðuliga hart, strævið og einsamalt. At hava onkran at venja við, kann gera allan munin. Tað havi eg sjálvur upplivað fleri ferðir. Við nóg góðum sjálvsvilja, ber tað væl til, men kann skjótt virka hart. Serliga, tá man júst er byrjaðu at rógva inni aftur, um heystið.

Hvat heldur tú, at rógving gevur tær – bæði likamliga og sálarliga?
Rógving hevur ótrúliga stóran týdning fyri meg. Likamliga, hevur tað gjørt meg nógv sterkari og betri fyri. Tað fær meg at hugsa um mín kost, so eg kann vera so sunnur, og væl fyri, sum gjørligt. Eg havi tapt meg 26 kg, síðani eg byrjaði og eg tapi enn feitt. Tó er tað ikki longur mín fyrsta raðfesting.

Sálarliga, havi eg eisini fingið nógv betri sjálvsálit, sjálvsdisiplin, og lært, at tað ikki er vert at geva upp, sjálvt um tað er orduliga hart.

Rógvingin ávirkar meg nógv hvønn dag. Eg veit ikki, hvat eg hevði gjørt, um rógving ikki var. Eg eri orduliga takksamur fyri alt, innanfyri rógvingina, men tað kann blíva eitt sindur hart til tíðir – serliga innirógvingin.

 Hvussu stórur partur av lívinum er rógving hjá tær í dag?
Venjing er eitt av tí, sum tekur mest tíð í mínum lívi, aftaná skúlan. Eg venji fleiri ferðir um vikuna. Bæði innandura um veturin og í bátinum um summrarnar. Eg royni at tillaga dagin soleiðis, at eg venji umleið 1-3 tímar aftaná, at eg havi etið, sum er tað optimala tíðspunktið.

Hvørjar avbjóðingar hevur tú møtt á róðrarleiðini
Tann størsta avbjóðingin hevur verið motivatiónin. At pressa meg sjálvan, tí eg havi oftað vant einsamallur. Tí eg havi ikki funni nakran at vant við, sum tímdi at leggja líka nógva tíð í venjingina. Tað hevur verið orduliga hart, bæði likamliga og sálarliga, at pressa meg so nógv. Eg bleiv við, at siga við meg sjálvan, at eg ikki tímdi at vera feitur meira, og at eg skuldi fara at venja, sjálvt um eg ikki orkaði. Hetta var seint í 2024, tá eg var 15-16 ára gamal, og eg byrjaði at taka tað seriøst. Eg byrjaði at tapa meg, og tað gjørdi, at eg tímdi enn betur at venja. Tá byrjaðu inniróðurúrslitini eisini at batna, og tað gav mær enn meira motivatión.

Eg føldi, at eg ikki hevði tað so gott, hvørki likamliga og sálarliga. Tí vildi eg bara rógva so nógv, sum møguligt. Eg vandi næstan hvønn dag, og valdi at fara “all-in” við innirógving. Síðani tá, havi eg havt tað nógv betri, og eg eri so glaður fyri at eg fór í gongd.

Eg havi lært nógv av innirógvingini,. Eitt er, ikki at geva up, tí hugsi eg heldur, hvussu eg havi tað aftaná venjingina, og ikki ímeðan. Rógving hevur virkuliga broytt mítt lív til tað betra. Sjálvsálitið er blivið nógv betur, og tí eg eri blivin meira sosialur. Tað var eg slett ikki, tá eg var yngri. Tí hevði eg heldur ikki nógvar vinir sum barn. Tað er nógv broytt 1-2 tey síðstu árini, og tað eri eg so takksamur fyri. Eg vil eisini takka øllum, sum hava hjálp mær á leiðini við hesum, mínir vinir, familja og øll tey, sum fylgja við rógvingini. Eg ætli mær at halda fram.

Hvussu heldur tú, at rógvingin í Føroyum kann mennast víðari?
Tá vit hugsa um inniróður, so eru tað fleiri feløg, sum hava fáar íðkarar í summum aldursbólkum, ígjøgnum veturin og hava tí ikki skipaðar venjingar av tí sama. Tá er sera tungt at koma orduliga í gongd, og av tí sama fella nógv frá. Fyri at vit skulu mennast, meini eg, at tað fyrst og fremst er avgerandi, at vit hava onkran at kappast við. Eg hugsi, at grannafeløg, gott kundu gjørt tað meira spennandi, við at gjørt venjingaravtalur sínamillum, so øll hava onkran at venja saman við, og uppmuntra hvønn annan. Tað hevði eisini borið til, at havt nakrar smærri, stuttligar kappingar ígjøgnum veturin, so sum stafettir og liðkappingar, so samanhaldið verður betur og áhugin fyri rógvingini veksur. Sjálvandi er eisini avgerandi fyri menningina, at øll kundu havt ein venjara.

Hvør hevur verið størsti íblásturin hjá tær í rógving
Eg havi sæð upp til nógvar góðar rógvarar, serliga Sverra Nielsen. Eg havi roynt at klárað líka góðar tíðir, sum hann, tá eg var sama aldur. Tá eg var 16 ár, var eg bara 5,8 sekund frá hansara 2000m-tíð, tá hann var 17 ár (tíðin frá danska meistaraheitinum í 2011) Men eg síggji upp til nógvar, bæði altjóða og føroyskar rógvarar.

Hvat er tín størsti dreymur innan rógving?
Mítt mál, er at náa høgum støði innan inniróður. Ein stórur dreymur eg havi, er at klára eina orduliga góða 2000m tíð. Tað er tann teinurin, sum er mín størsta styrki. Tað hevði verið orduliga kul at klára tað einaferð. Enn eri eg ungur, og langt frá endaliga málinum. Eg royni altíð at menna meg og síggja, hvussu langt eg kann røkka.