Hans Pauli takkar fyri seg.
Eftir drúgva tænastu í fleiri samanhangandi ár, hevur Hans Pauli við Misá valt at takka fyri hesaferð.
Kappróðrarfelagið Tindur hevði aðalfund herfyri. Hesa ferð valdi Hans Pauli við Misá ikki at stilla uppaftur. Hans Pauli hevur verið nevndarlimur í felagnum í mong ár. Seinastu tíðina hevur hann eisini verið kassameistari. Meir verður at lesa um aðalfundin seinni.
Hans Pauli er suðuroyingur, og hann hevur gift seg til Leirvíkar har hann hevur hús og børn. Hans Pauli hevur verið ein sonn drívmegi, tá ið tiltøk hava verið á skránni og smæðist ikki burtur, tá ið hann skal rætta eina hond ella siga nøkur orð.
Hans Pauli hevur fleiri børn, ið hava róð við í felagnum gjøgnum árini. Her hevur hann eisini verið ein góð hjálp. Alt frá at leggja lag á, stima við báti, grilla pylsur og mangt annað. Hans Pauli segði á aðalfundinum, at hann fór ikki longur vekk enn úr nevndini, og fer framvegis at hjálpa til, tá ið heitt verður á hann.
Kappróðrarfelagið Tindur takkar Hans Paula fyri tíðina, og vóna framhaldandi at síggja hann á kajuni.