Búmerkið hjá felagnum
16. mar. 2026

Nevndin hevur skipað seg.

5. mars hevði Kappróðrarfelagið Tindur ein væleydnaðan aðalfund í Varmakeldugarði.

Eins og vit áður hava skrivað, so valdi Hans Pauli við Misá ikki at stilla uppaftur hesaferð. Ein nýggjur nevndarlimur mátti finnast, og til alla lukku traðkaði ein góður maður til. Maður kemur í manns stað.

Jógvan Andrias Petersen hevur róð í fleiri ár. Eisini var hann bátsformaður á Geytanum, tá ið teir vunnu FM, eftir ein sannan gýsara-róður á ólavsøku 2023. 

 

Fryntligi syðrugøtumaðurin er 19 ára gamal og hevur lætt við at taka tøk, tá ið tað stendur á - verið tað seg á sjógvi ella á landi. Kappróðrarfelagið Tindur fegnast um, at Jógvan Andrias er komin í nevndina. 

 

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Formaður: John Høgnesen

Næstformaður og skrivari: John Nolsøe Olsen

Kassameistari: Sigmund Petur Skorastein

Nevndarlimur og róðrarumboð: Høgni Jógvansson

Nevndarlimur og róðrarumboð: Jógvan Andrias Petersen.