Búmerkið hjá felagnum
05. apr. 2026

Gleðiligar páskir.

Kappróðrarfelagið Tindur ynskir øllum eini góð og hugnalig páskir

Nú tað stundar til kappróðurin av álvara fer av bakkastokki, og ljósari dagar eru at hóma, vilja vit ynskja øllum íðkarum, viðhaldsfólki og kappróðraráhugaði eini góð og hugnalig páskir. 

 

Árið í ár verður sera spennandi nú kappróðrarneystið skjótt verður liðugt. Arbeiðið hevur gingið væl, og vit eru sera væl nøgd við allan tann stuðul og alla ta hjálp vit fáa. 

 

Nógv virksemi er longu í neystinum, tí niðara hæddin er liðug. Vónandi verður ovara hæddin liðug okkara fyrsta almenna tiltak, Ódnartøk. Tað fyri takið í føroyskum kappróðri verður tikið í Norðragøtu tann 9. maj.