07. sep. 2026
Venjingarhølið er nú klárt.
Nú venjingarhølið í Leirvík lat dyrnar aftur fyri nøkrum mánaðum síðani, er nýggja venjingarhølið í Norðragøtu klárt hjá limum at brúka
Venjingarhølið hjá Kappróðrarfelagnum Tindi er nú klárt at brúka hjá limum felagsins.
Vit hava nú fingið spildurnýggjar og góðar umstøður í Gøtu, og vit gleða okkum til, at limirnir fara at fáa nógv burturúr nýggja venjingarhølinum. Eftir fleiri gleðilig ár við venjing í gomlu hølunum í Leirvík er hetta eitt stórt stig framá fyri felagið. Nakrar justeringar verða gjørdar so líðandi.
Vit heita á øll um at fara væl um hølið og útgerðina, rudda eftir sær og nýta hóskandi venjingarskógvar innandura.
Njótið nýggju umstøðurnar, farið væl um – og góða venjing!
Kappróðrarfelagið Tindur