Búmerkið hjá felagnum
08. des. 2024

Grandprix 3 í Kollafirði.

Innandura rógving

Tann triðja Grandprix kappingin var farna vikuskifti, leygardagin 7. desembur. Hesaferð varð kappingin hildin í Kollafirði. 

 

Heili 16 rógvarar vóru frá felagnum Tindi. Millum hesi 16 vóru bæði kynini og fleiri aldursbólkar umboðaðir. Og tað kann sigast at úrslitini vóru góð. 

 

á 1. plássi vórðu seks rógvarar

á 2. plássi vórðu fýra rógvarar

á 3. plássi vórðu tveir rógvarar

á 4. plássi varð ein rógvarar

á 5. plássi vórðu tveir rógvarar

á 6. plássi varð ein rógvari