Búmerkið hjá felagnum
19. des. 2024

Ungdómslandsliðið hjá RSF.

Á hvørjum ári fer ungdómslandsliðið hjá RSF til Danmarkar, at luttaka í DM í inniróðri. Aftur í ár verður DM í Gladsaxe – hesaferð tann 11. januar 2025. Hetta er ein dagur við nógvum góðum og strævnum løtum, har okkara íðkarar koma at luttaka í sprint og teinarógving, t.e. tey yngru 2-4min og tey eldru 2000m. Í ár hevur ungdómslandliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen, givið 12 íðkarum landsliðsboð og hesi eru: U12 dreingir – Jógvan S. við Misá, Róðrarfelagið Tindur. U13 gentur – Natasja Hansy úr Hørg, Sumbiar Ítróttarfelag. U13 dreingir- Martin Eirikson Mikkelsen, Róðrarfelagið Tindur. U14 gentur – Victoria Høghamar, Eiðis Róðrarfelag. U14 gentur – Sirið Mørkøre, Eiðis Róðrarfelag. U14 dreingir – Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag. U16 gentur – Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur.  U16 gentur – Kristvør Clementsen, Róðrarfelagið Knørrur. U16 gentur – Vár í Húsinum, KÍF Kappróður. U16 dreingir – Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur. U17 dreingir – Teitur Borg Brattaberg, Vágs Kappróðrarfelag. U18 dreingir – Pauli Joensen, Róðrarfelagið Tindur. Nú fara íðkarnir – í samráð við ungdómslandsliðsvenjaranum – at venja fram ímóti kappingini. Við í ferðalagnum verða Vár G. Hansen, umboð fyri RSF og Annika Jacobsen, liðleiðari. RSF ynskir øllum góða eydnu og vit gleða okkum sera nógv, at fylgja við á kappingardegnum.