26. des. 2024
24 km jólaaftan.
Klokkan var 9 jólaaftansmorgun og á øllum 13 maskinunum hjá okkum sótu rógvarar klárir at takað av avbjóðingini.
Tey skuldu rógva 24 kilometur. Summi valdu at rógva allar kilometrarnar sjálvi, men á onkrun av maskinunum vóru 2 rógvarar sum róðu teinin.
Klokkan 11 vóru tey flestu komin á mál.
Eitt sera hugaligt og jaligt tiltak.
Tindur takkar tykkum sum tóku av avbjóðingini