30. jan. 2025
Kappróðrarneystið.
Nú sæst gongd at vera í nýggja kappróðrarneystinum.
Gólvið til ovaru hæddina er lagt á. Neystið byrjar ordiliga at taka skap. Væntandi verður neystið tikið í brúk í summar, og ovara hæddin í maj 2026. Á veghæddini vera bátarnar og tað, ið har tilhoyrir. Í ovaru hæddini verður venjingarrúm og uppihaldsrúm, somuleiðis sum tað eisini koma umklæðingarrúm og fundarrúm.