Met stór undirtøka til Ódnartøk í Norðragøtu.
Komandi leygardag verða Ódnartøk í Norðragøtu. Heili 77 manningar hava boðað frá luttøku, og hetta er met nógv til eitt Ódnartak
Leygardagin, 17. maj, verða vit vertir fyri tí seinastu Ódnartak kappingini í ár. Hetta verður ein rimmar endabrestur uppá eina fantastiska kapping, skrivar Róðrarsamband Føroya.
Umframt medaljuhandan, verður møguleiki at keypa kaku, kaffi og annað gott. Fisk og Kips bilurin verður á staðnum, og tað ber eisini til at keypa dunkar, krúss, húgvur o.a. frá Tindi. Best er at hava reiðan pening við.
Tiltakið er ókeypis og fyrsti róður er kl. 13:00.
Niðanfyri síggjast snotilig steyp, ið vera handað vinnarunum av Ódnartøkum 2025. Steypini hevur BJ-Hammer gjørt.
Steypini eru stuðlað av:
Tavan
Eysturkommuna
PRG
Stuðla Ódnartak í Norðragøtu hava:
Betri Trygging
Eysturkommuna
Sp/f FORM
Ív/f Høgnesen Bátasmíð