Búmerkið hjá felagnum
30. mai 2025

Kappróðrarfelagið Tindur nýggjan kappróðrarsang.

Nú norðoyastevna er leygardagin tann 31. maj, gevur Tindur ein spildurnýggjan kappróðrarsang út

Ársins fyrsti róður skal rógvast á norðoyastevnu, og í hesum sambandi varð nýggjur kappróðrarsangur avdúkaður í Vikuskiftissendingini. Formaðurin, John Høgnesen, prátaði við Trónd Vatnhamar um nýggja sangin.


- Vit kundu bara siga takk, segði John, tá ið hann varð spurdur um, hvussu sangurin kom í lag.

 

Páll Isholm hevur skrivað orðini í sanginum, og síðan hevur navnframi Jens Marni Hansen gjørt lagið. Í samband við upptøkurnar av sanginum, vóru Jens Marni og Uni Debess við mikrofonini í býráðshúsinum í Norðragøtu týsdagin, 27. maj. Har sluppu allir rógvarnir í felagnum at syngja kór í niðurlagnum. Longu dagin eftir varð sangurin liðugur, og nú er hann eisini tøkur á youtube. 

 

Felagið hevur tveir aðrar sangir, Knúkur knáur og Bláni. Hesin nýggi sangurin vil umboða allar bátarnar hjá Tindi, og harvið eisini verða spældur í útvarpinum, tá ið bátar hjá Tindi fara at vinna róðrar. 

 

Vit vóna at móttøkan av sanginum verður góð.

 

Við róðrarkvøðu! 

 

https://www.youtube.com/watch?v=zde_D-nEE9E