Sundalagsstevnan 2025.
Í dag varð skotið fyri sundalagsstevnu og kappróðrarárið er av álvara byrjað.
Í dag var Hvalvík vertur fyri kappróðrarkapping, har sundalagsstevna er. Tindur kappaðist við fýra bátum, og bátarnir komu eisini heim við góðum úrslitum.
Í 5mf hjá kvinnum róði Leikalind. Tað var spennandi at fylgja við, og Leikalind fekk hálað eitt triðja pláss. Munandi betur úrslit enn á norðoyastevnu og vit vóna at góða gongdin heldur fram.
Úrslitið hjá 8mf-monnum stendur mest sum óbroytt. Gøtu Tróndur megnaði at varðveita triðja plássi, men við munandi betri tíð enn á undanfarnu stevnu. Nú er bert ein góð bátslongd til fyrsta plássið.
Geytin gentur 14-16 og barnamanningin á Blána lógu í miðjuni. Hesaferð var tað nógv styttri fram til medaljurekkjuna, enn tað var fyri 14 døgum síðani. Sigast kann, at hart arbeiði gevur úrslit.
Vit gleða okkum til jóansøku, og vit vóna at tað verður líka spennandi sum tað varð á sundalagsstevnu.Takk fyri eina góðan róður í dag.